Flogbóltur: Hesar eru úttiknar til U19-gentuliðið

Mikukvøldið fer U19-gentulandsliðið í flogbólti til Kettering í Onglandi, har liðið skal spæla við í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA.

 

Kapingin byrjar fríggjadagin 26. oktober og seinasti dysturin er sunnudagin 28. oktober. Føroyska liðið er í bólki saman við Svøríki og Noreg, og liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Svøríki klokkan 10,30 fríggjamorgunin.

 

Allir dystirnir verða stroymdir og verður hetta upplýst nærri á www.volleyballengland.org. Venjarin Kristian Mikkelsen hevur úttikið hesar spælararnar:

Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur

Sesilia Prior, Dráttur

Inga Helena Henriksen, SÍ

Elsa Samuelsen, KÍF

Zoe Dickson, KÍF

Sára Maria Johansen, TB

Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr

Bjørk Nolsøe Isaksen, Fleyr

Barbara Durhuus, Fleyr

Hanna Biskupstø, Ikast

Sára Vatnhamar, Ikast

Eva Gunn Niclasen, Køge