Flogbóltur: Greipuvinnararnir hava fingið styrk

Landskappingin hjá monnum byrjar aftur um vikuskiftið og greipuvinnararnir eru til reiðar

Eftir ein oktober mánað við ikki færri enn 21 landsdystum í Føroyum og úti í heimi, er nú alt klárt til at landskappingin í Meistaradeildunum og lægri deildum kann byrja. FK-Cup farna vikuskifti gav ávísar ábendingar, men nú er tað álvari, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Føroyameistararnir á heimavølli

Mjølnir hevði eitt framúr gott kappingarár hjá monnum 2018/19. Teir vunnu greipuna og løgdu frá byrjan sjógv ímillum seg og øll hini. Leikandi venjarin Phil Freere gjørdist ársins leikari og áleypari, og saman við Steffani, Thorvaldi, Trygva og øllum hinum í Mjølni var einki hjá hinum at gera. Liðið er tað sama og enntá styrkt við Mikheil Hoyte, sum spælir á miðjuni og sær sera sterkur út. 

Øll hini liðini mugu bara býta tenninar fast saman og gera tað, sum tey ikki megnaðu í fjør. SÍ fær fyrsta møguleikan í Klaksvík sunnudagin. Liðið er tað kenda frá í fjør. Mannað við evnaríkastu ungu leikarunum í Føroyum og mesta vinnandi venjaranum á síðulinjuni. Tað er altíð nakað!

ÍF og Fleyr spæla fyrsta dystin í Meistaradeildini, tá ið tey hittast á Kambsdali leygardagin. Fleyr hevði eitt gott kappingarár í fjør og lógu og togaðust upp ímóti Mjølni. Teir vunnu FK-Cup síðsta vikuskifti.

Hjá ÍF var tað meira so sum so, og venjarin Boban Ilic skal helst brúka eina løtu at spæla nýggja og unga liðið rættiliga saman. Vit kunnu vænta okkum ein spennandi og javna dyst, og ofta enda dystir millum ÍF og Fleyr við 3-2 annan vegin.

1. umfar í Meistaradeildini hjá monnum:

 

Nr.

Deild

Dagur

Dagf.

Lið

-

Lið

Staður

Kl.

101

MM

Ley

09.11.19

ÍF

-

Fleyr

Kambsdalur

14.00

102

MM

Ley

09.11.19

Mjølnir

-

Badmintonhøllin

18.30