Tað gjørdist Fleyr, sum vann hálvfinaluna hjá monnum ímóti Ternuna, í seinasta dystinum, sum var í Høllini á Hálsi í kvøld. Hóast Ternan stríddist manniliga, so hevði Fleyr alla tíðina tamarhald á støðuni.
Fyrsta settið gjørdist ein sigur til Fleyr upp á 25-21. Annað setti var líkt tí fyrsta, men Ternan striddi seg upp á 20-21, men so gekk ikki longur. Fleyr vann 25-20.
Í triðja settið kom Fleyr skótt klárt framum 6-1. Ternan hálaði seg skjótt fram aftur á teir, og koma upp á 5-8. Men nærri komu teir ikki. Munurin var alla tíðina fýra til fimm stig, og settið endaði við at Fleyr vann 25-18, og harvið dystin 3-0.
Fleyr møtir SÍ í steypafinaluni hin 25. februar.