Føroyskir flogbóltsspælarar trívast í donsku flogbóltskappingini. Fleiri føroyskir útisetar spæla við í bestu donsku deildini, men tað eru ikki allir, sum hava valt ta loysnina.
Hyggja vit eftir leikaralistanum hjá ÍF Føroyum, so er bara talan um »gomul« kend andlit. Alt leikarar, sum hava leikt við Fram og Fleyr í nítiárunum.
Málið í eygsjón
Sum øll onnur feløg, máttu føroyingarnir byrja í botninum við nýggja liðnum tá teir byrjaðu fyri trimum árum síðani, men tað var mestsum ov lætt. Mótstøðan var ikki stór og tí var kósin sett beint uppeftir.
Tá teir í fjør fluttu upp í triðju deild mettu tey flestu, at nú mundi stígur fara at koma í, tí kappingin í deildunum er munandi harðari enn hon er í seriunum.
Byrjanin gav skeptikarunum rætt, tí tað gekk heldur enn ikki striltið at koma í gongd. Liðið tapti alt ov nógvar dystir og lá ta einu tíðina við einum ávísum likamsluti í vatnskorpuni.
Fyri at venda skeivu gongdini varð Herman Lindberg settur sum venjari og hann mann hava havt okkurt gott at siga ungu monnunum, tí við eitt fór at ganga hinvegin.
Gingið stútt framá
Síðani hann tók við hevur gingið stútt framá. Dystir, sum fyrr eru taptir verða nú vunnir. Hetta hevur gjørt sítt til, at ÍF Føroyar hevur kropið sær upp eftir stigatalvuni har tað nú er á fjórðaplássi.
Av tí at árið í ár er heilt serligt í donskum flogbólti, flyta fimm tey fremstu liðini í triðju deild upp í aðru, og sum støðan er í løtuni eru føroyingarnir næstan tryggir.
ÍF Føroyar liigur á fjórða plássi við 16 stigum. Tvey frammanfyri nummar fimm og fýra frammanfyri nummar seks - og tvey aftanfyri nummar trý. Og tað vantað bert trý umfør í kappingini.
Tað merkir, at vinnur ÍF Føroyar næsta dystin, sum er móti VKV Gladsaxe, so eru teir tryggjaðir uppflyting.
Góða eydnu
Sum altíð er spurningurin um tað ber til at halda upp á fólki og soleiðis er eisini hjá ÍF Føroyum.
Eftir tí, sum Sosialurin hevur frætt, vera allir leikararnir uttan ein við næsta ár og tí skuldi borið væl til at hildið fram við góða spælinum.
Næsta ár fáa skeptikararnir uttan iva rætt, tí tá verður tað munandi harðari at spæla í fyrstu deild enn tað er at spæla í aðru. Men, sum í øðrum ítróttargreinum, so mennast ítróttarfólk av kapping og tí er ikki óhugsandi, at teir enn einaferð fara at gera gjøldur við okkum skeptikarum.
Vit ynskja teimum góða eydnu í royndini ...










