3. sett ímóti Skotlandi var týdningarmikið
Føroysku menninir høvdu tað tungt ímóti Skotlandi, sum mesta av dystinum var frammanfyri. Men í 3. Setti gjørdist ómetaliga spennandi, og Føroyar vunnu til endans. Júst hetta setti ger, at Føroyar kunnu avgera sjálvar, og tað kann enntá vera nokk at vinna 3-1 á Íslandi, tí so enda Ísland, Føroyar og Skotland á júst sama stigatali og settmuni. Tað er treytað av, at Skotland vinnur sín dyst á Grønlandi 3-0.
Finalan kl. 17.00 á Hálsi
Alt verður avgjørt í seinasta dystinum í dag. Tá bresta Føroyar og Ísland saman í eini finalu, ið kann koppa øllum á høvdið fleiri ferðir. Hjá Føroyum er tað rættiliga líkatil. Vinna okkara menn 3-0 eru teir meistarar. Vinna teir 3-1, verða tað stigini, ið verða avgerandi, og tá kann alt fara ymsar vegir. Ein sigur á 3-2 ella tap gevur Íslandi meistaraheitið.
Stuðulin frá áskoðarunum verður avgerandi í dag.
Komið tí í høllina at bera Føroyska liðið fram.
Koyrið á Føroyar!
Dysturin í kvøld kann síggjast og hoyrast á hesu leinkjuni.
Dystarskráin verður henda restina av kappingini:
Sunnudag 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland