Flogbóltur: D17 hjá SÍ eru steypavinnarar

SÍ vnn 2-0 á Fleyr

Enn ein steypasigur til Sørvágs – hesuferð vóru tað dreingir 17 hjá SÍ, sum vunnu á havnadreingjunum úr Fleyr.

 

Hóast Fleyr var framman fyri móti endanum á øðrum setti, so vísti SÍ enn einaferð, at sørvingar hava nakað serligt, tá dystirnir skulu avgerðast, og teir togaðu seg spakuliga fram um til ein 2-0 sigur.

D 17: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 20 og 25 – 22)

 

Bestu leikarar:

Bjarni Joensen, SÍ

Mattias Nolsøe Isaksen, Fleyr

Mynd:

Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, Róar í Haraldstovu, Tóki í Haraldstovu, Elias Ellingsgard Petersen, Hjarni Joensen, Atli Falkvard.

Fremst frá vinstru: Einar Thorgrimson, Silas Poulsen, Róar Anderson.