Flogbóltur beinleiðis: Klassamunur á Hálsi

Beinleiðis frásøgn, Rás2 og stroyming

Her er alt, sum tú skal vita um flogbóltslandsliðið, sum er í EM/HM undankapping í høllini á Hálsi. Her verður beinleiðis frásøgn.

 

Føroyar - Írland 3-0 (25-8 fyrsta sett, 25-12 annað sett, 25-11 triðja sett)



Uppstilling: Tær, ið byrja inni eru Femja Mortensen, Birgit Guttesen, Sóley Poulsen, Eina S. Kalsø, Anna Sonnadóttir Danielsen, Sofía Purkhús

 

Rás2 á staðnum

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum í EM/HM undankappingini í flogbólti fyri kvinnur.

 

Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER

 

Stroyming

 

Kringvarpið stroymar landsdystin móti Írlandi.

 

Stroyming: Trýst á pílin á myndini ella HER

 

Beinleiðis frásøgn:

 

Føroyar - Írland 3-0 (25-8 fyrsta sett, 25-12 annað sett, 25-11 triðja sett) 

 

3 sett: 25-11 til Føroyar.

25-11 til Føroyar: So er fyrsti dysturin í HM/EM undankappingini liðugur. Endaliga úrslitið varð at føroyska liðið vann sannførandi 3-0, har tær vunnu stórt í øllum trimum settunum. Triðja settið endaði 25-11 til Føroyar.

 

19-8 til Føroyar. Nú tykist bert at vera ein spurningur um tíð, nær dysturin í kvøld endar. Føroyar eru í løtuni á odda 19-8, og koma helst innan stutta tíð at vinna triðja sett eisini, soleiðis at endaliga støðan fer at vera 3-0 til Føroyar. Talan hevur verið um klassamun millum liðini bæði frá fyrsta bólti í dystinum.

 

12-6 til Føroyar. Nú dregur føroyska liðið longur frá aftur. Tær eru nú á odda 12-6. Talan hevur verið um eitt føroyskt lið, sum í kvøld hevur verið einaráðandi á vøllinum, og verið fleiri klassar omanfyri mótstøðuliðið. 

 

6-4 til Føroyar. Fyri fyrstu ferð í kvøld er eitt sindur av spenningi í einum av settunum. Føroyar eru tó framvegis á odda, hesaferð við støðuni 6-4.

 

2 sett: 25-12 til Føroyar.

25-12 til Føroyar. So er annað sett liðugt. Úrslitið varð, at føroysku kvinnurnar vunnu settið 25-12. Írsku kvinnurnar mentu seg móti endanum av settinum, tá teir spældu munandi betri enn í byrjanini. Hetta skyldaðist eisini partvís av, at føroysku venjararnir skiftu eitt sindur á føroyska liðnum.

 

16-4 til Føroyar. Leiðslan er øgiliga greið hjá føroysku kvinnunum. Nú hava venjararnir báðir skift fleiri leikarar út. 

 

12-2 til Føroyar. Talan er framvegis um sama klassamun sum í fyrsta settinum. Í løtuni er Føroyar á odda heili 12-2.

 

1 sett: 25-8 til Føroyar.

20 min: 25-8 til Føroyar. So endaði fyrsta settið. Talan var um einvegis ferðslu frá fyrsta bólti. Føroysku kvinnurnar vóru alt settið greitt omaná, og fyrsta settið endaði tí við støðuni 25-8 til Føroyar.

 

13 min: 18-6 til Føroyar. Tað er framvegis stórur munur á liðunum báðum. Støðan er í løtuni 18-6 til Føroyar. Føroysku kvinnurnar tykjast at vera fleiri klassar omanfyri tær írsku.

 

10 min: 10-2 til Føroyar. Okkara hava fingið eina framúr byrjan í dystinum. Fyri at siga tað beint út, er talan um veruligan klassamun. Í løtuni er støðan 10-2 til Føroyar, so tað líkist í løtuni einum løttum sigri til føroysku kvinnurnar. 

 

 

Føroyski hópurin:

1. Femja Fróðadóttir Mortensen

2. Birgit Guttesen

3. Anna Sára Leifsdóttir Skaalum

4. Urd Tormóðardóttir Traðará

5. Súsanna Ludvig

6. Sóley Poulsen

7. Guðrun Simona L. Joensen

8. Eina Stephania Kalsø 

9. Anja Sonnadóttir Danielsen

10. Ruth Albinsdóttir

11. Elisabeth Purkhús

12. Sofía Purkhús

13. Hanna Andriasdóttir Olsen

14. Eyð Guðrunsdóttir Mortensen