Fram hevur óvanligan heimavøll í Badmintonhøllini, tá teir í kvøld, fríggjakvøldið, taka móti SÍ. Men hetta eigur tó ikki at forða havnarliðnum í at stremba móti oddinum. Hjá Fram kom tað væl við, at teir megnaðu at basa ÍF í miðvikuni, og tann sigurin ber við sær, at bronsan at kalla er heima. Enn er tó eisini møguleiki fyri betri metalli, men tað krevur so ein sigur móti botnliðnum.
LesarabrøvLesarabrøv