Flogbóltur: Avgerandi steypadystir í dag

Seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum í steypakappingini í flogbólti verða spældir um vikuskifti.

Seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum í steypakappingini í flogbólti verða spældir um vikuskifti. Í dag - leygardagi - klokkan 16 tekur mannsliði hjá SÍ ímóti Fleyr á heimavølli.

Lagt er upp til ein spennandi dyst. Í landskappingini hava hesi liðini spælt 4 dystir sínámillum. Fleyr hava vunnið 3 og SÍ vann seinasta dystin undan jólum ímótil Fleyr.

Sí og Fleyr hava enn fyrsta sigurin í steypakappingini til góðar, og sostatt er tað vinnarin av hesum dysti, sum skal spæla ímóti nr. 2 í semifinaluni, sum verða spældar leygardagin 13. februar í Klaksvík. Harafturímóti kemur tann sum tapir hendan dystin at spæla ímóti nr. 1 frá innleiðandi umafrinum.

Hvør verður nummar eitt og nummar tvey verður avgjørt á Kambsdali í dag klokkan 16, tá ÍF tekur ímóti Mjølni.