Hetta vikuskiftið er stór ungdómskapping í flogbólti í Klaksvík – heili 120 lið hava teknað luttøku, og leikt verður í øllum aldurbólkum frá flogbørnum til kvinnu- og mansunglingar. Kappingin hevur navnið Vituskapping 2019.
Byrjað varð fríggjakvølið og hildið verður áfram til sunnukvøldið. Størsti aldurbólkurin eru gentur 12, har íalt 22 lið hava teknað luttøku. Sostatt eru fleiri hundrað børn í Badmintonhøllini og KÍ høllini um vikuskiftið.
Kappingin hevur sera stóran týdning fyri tey ungu, tí vinnarin av kappingini fær eitt pláss í steypafinaluni, sum verður í Havn hin 2. og 3. Mars 2019.
Annars eru liðini býtt soleiðis millum feløgini:
Mjølnir 15
ÍF 10
Ternan 12
KÍF 13
Fleyr 22
Dráttur 9
SÍ 18
TB 10
B 71 11