Flogbóltsvikuskifti á Tvøroyri

Um vikuskiftið var stórur finaludagur hildin á Tvøroyri. Talan var um yngru deildirnar í flogbólti, ið skuldu spæla FM-finalur, og karmarnar kundu neyvan verið betur enn í høllini í Trongisvági, har TB og Flogbóltssamband Føroya skipaðu fyri einum rimmar tiltaki, ið luttakararnar væntandi ikki gloyma við bræði

Fýra finalur vóru á skránni um vikuskiftið, og varð punktum sett á kappingarárið við einum rimmar finaludegi á TARAFLEX gólvinum, ið eisini varð nýtt til stóra steypadagin í flogbólti í februar mánaði.

Sum sagt vóru fýra finalur á skránni, og vóru tað Dreingir og Gentur 14 ár, Kvinnu- og Mansunglingar.

Liðini, ið høvdu vunnið sær rætt til luttøku í hesum glæsuligu finalum vóru TBa-TBb í Dreingjum 14 ár, TB-Fleyr í Gentum 14 ár, SÍ-Fleyr í Mansunglingum, og TB-KÍF í Kvinnuunglingum.


Alt avgreitt skjótt og lætt

Tiltakið byrjaði klokkan 10 leygarmorgunin, og vóru tað Dreingir 14 ár, ið løgdu fyri.

So hvørt sum dystirnar vóru avgreiddir, vórðu liðini biðin at flyta seg yvir móti heiðursmerkjaskamlunum, og har fingu tey – sum tað sømir seg hjá røttum FM-vinnarum – handað heiðursmerkir og steyp. Umboð frá Tvøroyrar Býráð, Hvalbiar Bygdaráð, umframt tveir av dyggu stuðlunum hjá TB Flogbólti (Føroya Banki og Gudmund Mortensen blaðm.), høvdu bjóðað seg fram at handað, og tað hoyrist, at hetta eru fyriskipararnir ómetaliga takksamir fyri.


Fyrsta finalan (Dreingir 14 ár)

Fyrsti dysturin fór av bakkastokki klokkan 10, og var talan um reina Tvøráuppgerð, tá TBa og TBb dystaðust um fyrsta FM-heitið. Tað skuldi vísa seg, at a-liðið var b-liðnum ov stórur biti, og serliga Arthur Djurhuus var torførur at steðga. Við sínum hæddarfyrimuni var til tíðir lætt hjá honum at hamra bóltarnar yvirum, og soleiðis var gongdin allan dystin, hóast teir ungu, í løtum, hevði avbera gott spæl. Eitt sermerkt við a-liðnum var, at teir høvdu eina gentu á liðnum. Hetta tí at ein leikari manglaði, og at teir tí valdu at geva Rannvu í Heiðunum møguleikan. Hon var sostatt FM-gullvinnari við Dreingjum 14 ár, og tað man hon ivaleyst reypa sær av.


Næsta finalan (Gentur 14 ár)

TB er søguliga sera væl fyri, tá tað kemur til kvinnuligu síðuna á flogbólti, og ungdómsarbeiðið er stórt og væl skipað. Úrslitini av hesum rimmar ungdómsarbeiði síggjast aftur í ár, tí av átta møguligum FM-heitum í yngru deildunum, vann TB tey seks, og tað man sigast at vera heilt imponerandi. Hendan góða gongdin tykist halda á fram, og ágóðin sást eisini aftur tá Gentur 14 ár finalan var bríkslað í gongd. TB vann sannførandi 3-0, hóast at Fleyr liðið, til tíðir hevði hug at gera onkra rembingar.


Triðja finalan (Mansunglingar)

Herfyri vann SÍ greipuna hjá monnum í Meistaradeildini, og í hópinum hava teir eina blanding av ungum og tilkomnum leikarum. Nakrir av hesum ungu eru eisini at finna í mansunglingahópi felagsins, og dygdirnar eru eyðsýndar. Við heilt tryggum 3-0 sigri, vunnu teir eisini sannførandi móti Fleyr liðnum á Tvøroyri, og kunnu nakrir í hópinum nú eisini reypa sær av at vera FM-vinnarar í Mansunglingum.


Fjórða finalan

Eins og hjá SÍ í Mansunglingum, eru nakrar av TB kvinnunum eisini at finna í Meistaradeildshópinum, og millum annað Katrin Petersen er ein sera sjónligur partur í báðum hópum. Katrin og liðfelagar hennara møttu KÍF í síðstu finaluni leygardagin, og har var ongin slingur í valsinum. TB vann greiðan 3-0 sigur, og kunnu nú so smátt byrja at fyrireika seg til komandi kappingarár, tá tær ætla sær at betra um støðuna á stigatalvuni. TB bleiv í ár nummar fimm við 9 stigum, ájavnt við Mjølnir, ið tó hevði betur settmun. (-10, í mun til TB -15).


Stórsligið tiltak

Ein má vóna at eitt slíkt tiltak, ið TB og Flogbóltssamband Føroya skipaðu fyri um vikuskiftið fer at verða eitt afturvendandi tiltak, tí tað hava tey ungu uppiborið, eins væl og flogbólturin hevur uppiborið tað.

Hetta er eitt væla punktum at seta fyri kappingarárið, og tað hevur verið saknur í einum tílíkum tiltaki.

Ein av venjarunum hjá TB Flogbólti, ið eisini ger eitt rimmar arbeiði handan flogbóltin á Tvøroyri, er Otto Leo Gram, og hann var ikki í iva, tá vit spurdu hann um hvussu tiltakið var eydnast.

– Eitt rimmar tiltak, ið heilt avgjørt eigur at vera eitt afturvendandi tiltak. Hetta er ein meira virðuligur endi á kappingarárið, og á hendan hátt kann man vera við til at hækka støðið eitt vet afturat, sigur Otto Leo Gram, ið eisini fegnast yvir mongu áskoðararnar og hjálpsomu foreldrini, ið altíð eru fús at geva eina hjálpandi hond, tá á stendur.



Úrslitini:


Dreingir 14 ár TBa-TBb 3-1 (25-21, 25-23, 16-25, 25-15)


Gentur 14 ár TB-Fleyr 3-0 (25-23, 25-19, 25-19)


Mansunglingar SÍ-Fleyr 3-0 (25-18, 25-14, 25-16)


Kvinnuunglingar TB-KÍF 3-0 (25-22, 25-18, 25-12)