Flogbóltsvikuskifti á Giljanesi

Endabresturin hjá vaksnu flogbóltsleikarunum verður vikuskiftið, 24. ? 25. mars, á Giljanesi

 

Flogbóltskapping


Í Ítróttahøllini á Giljanesi verður vikuskiftið, 24. og 25. mars, skipað fyri árligu flogbóltskappingini hjá flogbóltsfelagnum, Drátti, fyri eldru lið. Hetta er samstundis seinasta flogbóltsvikuskifti vaksin í hesum kappingarárinum. Landskappingin endar komandi vikuskifti, og tá eru so allir vinnarar og taparar funnir. Flogbóltsspælarar hava nú høvi at hittast og spæla flogbólt, uttan at hava lands- og steypakapping at hugsa um. Leygarkvøldið verður dansur í Sørvági, har orkestrið, B&Z, spæla. Tilmelding skal fara fram í seinasta lagi innan hóskøvldið 15. mars kl. 21.00 á tlf. 333009 ella umvegis teldupost: elisabeth@oilwind.fo