TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi í flogbóltsupptaktini á Rás2.
Á ljóðfíluni hoyra vit:
1) Samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Peter Morell úr Danmark, sum er maðurin aftanfyri Kids Volley, ella Flogbørn, sum tað eitur í Føroyum.
2) Samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Ragnar í Haraldsstovu, venjara hjá KÍF-kvinnum.
3) Samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jan Hentze, venjara hjá Fleyr-monnum.
Rás2 sigur frá tveimum flogbóltsdystum hetta vikuskiftið. Leygardagin klokkan 13 verður sagt frá dystinum í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum millum KÍF og Mjølnir. Sunnudagin klokkan 15 verður sagt frá dystinum í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum millum Fleyr A og Mjølnir. Óli G. Samuelsen og Hilmar Jan Hansen siga frá.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.