Flogbóltsskelkur: SÍ b vann á oddaliðnum

Royndir flogbóltsspælarar gera um seg í steypakappingini

Ein dystur í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum varð í gjárskvøldið spældur í Badmintonhøllini í Klaksvik. Mjølnir, sum er greitt oddalið í landskappingini, tapti ímóti SÍ b. Hetta gjørdist ein spennandi dystur við nøkrum jøvnum settum, sum endaðu 18-25, 28-26, 21-25 of 27-29.

 

SÍ b hevur mannað seg við royndum spælarum, sum hava myndað landskappingina undanfarnu nógvu árini. Úrslitið viðførur stóran spenning í bólki 1, tí nú er støðan tann, at SÍ b er á odda við 6 stigum, meðan  Mjølnir og Fleyr a hava 3 stig.

 

Mjølnir skal sunnudagin til Trongisvágs at spæla ímót TB, sum ikki spælir meistaradeildin.  Vinnur Mjølnir 3-0 ella 3-1, hevur liðið tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. Tapa teir tvey sett ella dystin, so verður lagnan hjá teimum avgjørd í dystinum í annaðkvøld klokkan 21 í Gundadalshøllini, tá Fleyr a tekur ímóti SÍ b. Ein dystur, sum Rás2 sigur frá.

 

Vinnur SÍ b tvey sett í hesum dystinum eru teir í hálvfinalunum, men vinnur Fleyr 3-0 ella 3-1 hevur Fleyr tryggjað sær plássið. Reglarnar siga, at stendur á jøvnum í stigum og settmuni, er innanhýsis dystur avgerandi.

 

 Bólkur 1:

Settmunur

Stig

1

SÍ b

4

6

2

Mjølnir

1

3

3

Fleyr

0

3

4

TB

-5

0