Flogbóltur: Avgerðin um, hvussu nógv lið skulu vera í teimum báðum bestu flogbóltsdeildinum, verður tikin á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum, sum verður leygardagin 18. apríl. Men longu nú er greitt, at nevndin í Flogbóltssambandinum er samd um eitt tilmæli til, hvussu stórar deildirnar skulu vera.
– Nevndin er samd um at mæla komandi aðalfundinum til at víðka Eik-liguna hjá kvinnum upp í átta lið og hjá monnum upp til fimm lið, so pláss verður fyri ávikavist KÍF og TB, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.
– Vit fara at spyrja bæði KÍF og TB, um feløgini vilja hava pláss í Eik-liguni, og so fara vit at mæla feløgunum til at samtykkja á aðalfundinum, at deildirnar verða víðkaðar og kappingarnar tillagaðar samsvarandi hesum.
Serliga sær Magnus Tausen ein vanda í, at KÍF skal niður í næstbestu deildina at spæla, tí hann sær eina avgerandi menning í flogbóltinum í Kollafirði.
– Um KÍF-kvinnurnar noyðast niður í 1. deild, er tað eitt bakkast fyri flogbóltin í Kollafirði, sum heilt greitt hevur eitt potentiali, ið fær tankarnar at leita aftur til SÍ fyri nøkrum árum síðani. Og hygg so eftir, hvar SÍ-kvinnurnar eru í dag, staðfestir formaðurin í Flogbóltssambandinum.
– Eisini TB hevur fingið gongd á menningina á manssíðuni, tí vit síggja fleiri góð dreingjalið har suðuri, so ein uppflyting kann koma at hava avgerandi týdning fyri framhaldandi menningina, umframt at tað má koma væl við, at manskappingin verður størri enn bara fýra lið. Um vit víðka deildirnar, fáa vit eisini yvir alt landið eina størri breidd, sum bara kann vera ein vinningur fyri flogbóltin sum heild.










