Flogbóltssambandið hevur nú gjørt nakrar vegleiðingar fyri hvussu spælarar, áskoðarar og onnur í høllini til flogbóltskappingar, dystir og venjingar skulu fyrihalda seg til coronavirusið. Um vikuskiftið verður millum annað stór flogbóltskapping í høllini í Kollafirði.
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/isf-vit-bida-eftir-heilsumynduleikunum/ÍSF: Vit bíða eftir heilsumynduleikunum
Ráðini, sum Flogbóltssambandið hevur fingið í sambandi við dystir, venjingar og kappingar eru hesi:
1: Øll, leikarar, foreldur og hjálparfólk vaska og spritta hendur áðrenn farið verður inn í høllina við komu, og eftirfylgjandi spritta hendurnar hvørja ferð, tá man fer inn í leikhøllina
2: Spritta dystarbóltar áðrenn hvønn dyst
3: Ikki taka í hondina á leikarunum á mótstøðuliðnum, tá ið takkað verður fyri dystin - ganga framvið netinum sum vant, men ikki taka í hondina hvør á øðrum
4: Hava spritt dispensarar tøkar
5: Eggja fólki til at hava hondspritt við heimanífrá
6: Um feløgini hava kiosk, vísa serligt varsemi og fyrivarni, spritta kannur, toastarar, pengakassa, knívar og so framvegis millum sølur.
7: Eggja fólki, sum hava sjúkueyðkenni til ikki at møta upp
Flogbóltssambandið boðar eisini frá, at arbeitt verður við at fáa til vega spritt dispensarar at brúka til størru kappingarnar, sum FBF skipar fyri saman við feløgunum, men heitt verður á feløgini sjálvi eisini at fáa hondspritt til vega, til spælarar at brúka og til at hava til heimadystir.