##med2##
Flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen reikaði fyri Flogbóltspanelinum í SportBoxini á FM1 seinnapartin ígjár.
Gestir hjá Óla vóru flogbóltsviðmerkjarin, Jens Heri Bolstad Mortensen og Magnus Tausen.
Teir tríggir umrøddu m.a. væleydnaðu altjóða flogbóltskappingina á heimavølli, ið manslandsliðið var bert eitt sett frá at vinna. Teir umrøddu eisini landsliðsarbeiðið í síni heild og komandi avbjóðingar á landsliðsfrontinum.