Flogbóltsmenninir vunnu

OYGGJALEIKIR: Tað bleiv til ein lættan og skjótan 3-0 sigur á Grønlandi í fyrsta dystinum í Gotlandi

Flogbóltsmenninir spældu beint eftir miðdag í dag sín fyrsta dyst í Gotlandi, og har livdu Føroyar upp til favorittleiklutin við at vinna 3-0 á Grønlandi.

Settúrslitni vóru 25-19, 25-15 og 25-18, og effektiva spæltíðin var bara 63 minuttir, so har var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg dysturin fór, og tí kann staðfestast, at menninir hava fingið ta byrjan, teir høvdu vónað.

- Tað ráddi um hjá okkum at koma væl í gongd, tí tú veitst jú ongantíð heilt, hvørjum tú møtir, tá tað eru Oyggjaleikir, tí tvey ár ganga jú ímillum hvørja ferð, sigur Jan Hentze, ferðaleiðari hjá flogbóltsmonnunum.

- Onkuntíð hevur Grønland havt onkrar danskar spælarar við á sínum liði, so teir hava verið eitt sindur sterkari, men í dag vóru bara grønlendingar á liðnum, og tað bleiv ongantíð nøkur hóttan fyri okkum. Hinvegin sluppu allir 12 í hópinum at royna seg, so vit eru komnir væl í gongd.

Næsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Guernsey í seint seinnapartin í morgin, men tá verður mótstøðan helst enn minni enn í dag, tí í løtuni verða menninir hjá Guernsey smurdir av ímóti Álandi, sum týskvøldið verður mótstøðulið hjá Føroyum  í einum slagi av bólkafinalu.