Flogbóltsmenninir væl frá byrjan

Flogbóltsmenninir vunnu í kvøld fyrsta innleiðandi dystin á Oyggjaleikunum. Bermuda megnaði ikki at gera nakað við føroyska liðið, sum vann 3-0.

 

Føroyar vunnu trygt í øllum trimum settunum, og tí var ongantíð veruligur spenningur um úrslitið.

 

Settini endaðu 25-18, 25-12 og 25-15.

 

Føroyar fáa ein munandi verri dyst í annaðkvøld, tá ið Gotland er mótstøðuliðið. Fyri tveimum árum síðani taptu Føroyar ímóti Gotlandi, men í annaðkvøld ætlar liðið at fáa hevnd fyri tað tapið.