Flogbóltsmenninir flúgvandi byrjan

Føroyar spældu ímóti bretsku oynni Guernsey í fyrsta flogbóltsdystinum á Oyggjaleikunum, og hóast venjarin ikki vildi gera Føroyar til favoritt undan dystunum, so roknaðu øll við, at Føroyar fóru at vinna tryggan sigur.

 

Og soleiðis gjørdist tað eisini. Guernsey mengaði at fylgja nøkunlunda við í triðja settinum, men samanumtikið gjørdist tað til ein tryggan 3-0 sigur til Føroyar.

 

Flogbóltsmenninir spæla aftur í morgin, men seinnapartin í dag spæla flogbóltskvinnurnar ímóti Jersey. Rás2 útvarpar dystin frá kl. 16.00.