Liðið fer týskvøldið úr Føroyum til Andorra, har liðið er í bólki við Andorra, Skotlandí, Írlandi og Kypros.
Fyrsti dysturi hjá liðnum verður hósdagin kl. 10,00 móti Kypros, sum er sterkasta liðið í bólkinum - Kypros hevur vunnið undankappingina so at siga hvørja ferð henda kapping hevur verið leikt.
Hósdagurin verður annars stravin hjá føroyska liðnum, tí longu kl. 19,00 skal liðið leika ímóti heimaliðnum Andorra. Liðini hava skiftisvís vunnið ímóti hvørjum øðrum.
Fríggjadagin kl. 16,30 er Skotland á skránni, og eisini hesum liðið hevur Føroyar vunnið ímóti.
Seinasti dysturin verður ímóti Írlandi leygardagin kl. 15,00.
Venjari hjá liðnum er Romica Øster, og hjálparvenjari er Rúni Weihe.
Liðið verður aftur í Føroyum sunnudagin 20. juni.