Føroyar vunnu greiðan sigur í fyrsta innleiðandi dystinum í flogbólti. Dysturin var ímóti norsku oynni Hitra, og Føroyar vunnu 3-0.
Tað dvar eingin spenningur í dystinum, og føroysku kvinnurnar gjørdu skjóta prosess. Tær vunnu trý sett við greiðum muni, og so høvdu tær gjørt dagsins arbeiði liðugt.
Føroyar vunnu settini 25-7, 25-17 og 25-14.
Føroyar skulu í annaðkvøld spæla ímóti Álandi, og tá verður roknað við einum heilt øðrum dysti, tí Álandi telist millum sterku flogbóltsliðini á leikunum.