Føroyska liðið hevði ikki stórvegis trupulleikar at vinna á Hitra.
Tvey tey fyrstu settini vunnu kvinnur okkara sannførandi 25-13 og 25-12. Í triðja setti kom Hitra betur við, men hetta var ikki nokk til at basa føroysku kvinnunum, sum nú liggja einsamallar á odda í bólkinum við fullum stigatali fyri tveir dystir.