Flogbóltskvinnurnar vunnu gysara

Væntað varð annars, at føroysku flogbóltsdrotningarnar skuldu spáka sær ígjøgnum bólkaspælið.

Men Rhodos, sum fyri fyrstu ferð er við í oyggjaleikahøpi, vildi tað øðrvísi. Tær vunnu bæði fyrsta og triðja sett, og í fjórða settinum høvdu tær enntá matchbólt, sum tær føroysku tó megnaði at vinna.

Í javnbrótaranum var tó eingin ivi, og so tykjast flogbóltskvinnurnar loksins vera ávegis. Men skal talan aftur verða um gull, so eru nogv persónlig mistøk, sum skulu rættast í komandi dystunum.