Flogbóltskvinnurnar spældu Jersey niður

Føroyar høvdu greiðan mun í fyrstu tveimum settunum, men í triðja settinum kom nakað av spenningi í.

 

Tað var tó ongantíð nakar ivi um úrslitið av dystinum, og eisini í triðja settinum vóru Føroyar omaná.

 

Dysturin endaði sostatt við 3-0 sigri til Føroyar.

 

Í morgin spæla flogbóltskvinnurnar ímóti Grønlandi kl. 11.15, og tá fer Rás2 aftur at siga frá. Eisini ber til at fylgja gongdini í flogbóltinum her á Portalinum.