Kappingin byrjar fríggjadagin, tá Føroyar skulu spæla fyrsta dystin í kappingini ímóti Cypros. Spælt verður fríggja-, leygar- og sunnudagin, og vinna tey bæði fremstu liðini sær rætt til at taka lut í C-bólkinum í EM-kappingini.
Mett verður, at Cypros er væl sterkasta liðið í bólkinum, men Føroyar, Ísland og Skotland hava á leið javnt sterk lið, og tí er sera stórur spenningur um næst fremsta plássið.
Tær 12, sum verða við føroyska liðnum á ferðini eru: Helen á Lakjuni (Brøndby), Annika á Stongum (SÍ), Lena í Buð (Mjølnir), Margit G. Joensen (Mjølnir), Hjørdis Johannesen (KÍF), Angilie Johannesen (KÍF), Sólvá Heidi Dimon (TB), Sólgerð Henriksen (Dráttur), Birita Joensen (KÍF), Heidi Dam (ÍF), Rannva Dam (KÍF), Karin Mikkelsen (SÍ).Høvuðsvenjari er Magnus Aðalsteinsson, og hjálparvenjari er Kristian Mikkelsen.