Flogbóltskvinnur á Tvøroyri siga farvæl við buldri og braki

Tað verður fýrverk, ábit og leskidrykkir til børn og vaksin, tá ið flogbóltskvinnurnar hjá TB fáa føroyameistarasteypið og gullheiðursmerki handað í ítróttarhøllini á Tvøroyri í morgin

Hátíðarhald

Tá ið flogbóltskvinnurnar av Tvøroyri í morgin spæla sín seinasta dyst í ár, verður tað eitt farvæl til kappingarárið, sum tað sømir seg einum røttum greipuvinnara.
Í morgin tekur TB ímóti ÍF í seinasta seinasta dystinum í hesum kappingarárinum og í tí sambandinum verður skipað fyri stórum hátíðarhaldi í Ítróttarhøllini í Trongisvági.
Dysturin verður klokkan 15, men sama, hvussu úrslitið av dystinum verður, er tað longu greitt, at TB kvinnurnar eru Føroyameistarar.
Men tað er í morgin at kappingarárið endar og tískil verður tað aftaná dystin í morgin, at umboð fyri Flogbóltssamband Føroya fara at handað TB kvinnununum føroyameistarasteypið og gullheiðursmerkini sum sjónliga prógvið um úrslitið í ár og tá kunnu tær formliga kallað seg meistarar.
Men hjá TB kvinnunum byrjar morgindagurin fyrr enn so, tí á miðdegi hevur TB bjóða spælarum, mótstøðuliði, venjarum, nevndarlimum, býráði, dómarum, umboðum fyri Ítróttarsamband Føroya og øðrum, morgunmat í matstovuni í Ítróttarhøllini.
Og tá ið steyp og heiðursmerki eru handað, bjóðar TB øllum áskoðarunum í høllini landgongubreyð við viðskera og afturvið tí, bjóðar Restorffs bæði børnum og vaksnum okkurt at drekka.
Og sum rosinan í pylsuendanum fer Gamlaársnevndin at skjóta fýrverk uttanfyri høllina,. flogbóltskvinnunum til heiðurs.
Um kvøldið hevur Býráðið bjóðað TB-spælarunum døgverða.
Virgar Djurhuus, venjari hjá TB, sigur, at hann vónar, at nógvir áskoðarir úr allari oynni koma í høllini at hátíðarhalda dagin saman við TB kvinnunum.
Og tað er sanniliga nakað at hátíðarhalda, tí umframt FM-heitið, hevur TB eisini vunnið steypakappingina.
Hetta er fyrstu ferð, at fremsta deildin hjá TB í flogbólti vinnur nakað sum helst. men tá ið tað skuldi vera, løgdu tær ikki fingrarnar ímillum.
Men at tað júst var hesum ættarliði av flogbóltskvinnum, at tað skuldi fella í lut at skriva ítróttarsøgu á Tvøroyri, er kanska ikki av tilvild, tí tær flestu av teimum hava spælt saman, síðani tær vóru sjey ára gamlar og tær eru tí væl samanspældar. Tær hava eisaini vunnið alt, sum er at vinna øll árini, bæði gentur 12, gentur 14, gentur 16 og unglingar, sumamr av teimum hava vunnið bæði 3. deild, 2. deild og 1. deild, men tær hava ongantíð vunnið meistaradeildina, fyrrenn nú, tær settu seg á ovastu trúnuna.

Útlendskan venjara
Tá ið kappingarárið byrjaði, duldi tey, sum stíla fyri fyri flogbóltinum á Tvøroyri, at tey settu sær høg mál fyri í ár og summi teirra vóru so ósmæðin at siga, at í ár skuldi tað vera, at TB skuldi upp á ovastu rók.
Málsetningurin hevur eisini hildið í ríkiligt mát - næsta ár ætla tey at koyra á aftur.
Tað var ikki við góðum vilja, at Virgar Djurhuus varð venjari hjás kvinnunum í ár, men hann tók við sum ein neyðloysn, tá ið italski venjarin, sum kom til TB seinasta heyst, fór av landinum aftur.
Og hóast tað gekk so væl í ár, sum nakar kundi krevja og vænta, heldur hann framvegis fast við, at hann verður ikki at venjari aftur næsta ár, uttan at hann verður ?noyddur? til tað,.
?Eg verið ikki venjari næsta ár, uttan so, at ongin annar fæst til starvið, sigur hann.
Hann sigur, at hann hevur verið flogbóltssvenjari í 18 ár. Hann følir seg rætt og slætt útbrendan og heldur, at hann hevði havt gott av einum steðgi. Tí kundi ein fremmandur venjari eisini givið honum íblástur ímeðan hann løddi battaríini frá síðulinjuni í eina tíð.
TB hevur eisini samband við ein fremmandan venjara. Talan er um ein útlending, sum býr í Føroyum, og tað er sumt, sum bendir á, at tað verður hann, sum skal lyfta arvin eftir Virgar, tí báðir partar eru áhugaðir fyri samstarvi.
Men enn er als onki avgjørt og spyrst onki burturúr og eydnast ikki at fáa ein annan, skilst, at Virgar verður at tosa við......

Berjast fyri bronsuni
Hóast TB longu er føroyasmeistari, kunnu áskoðararnir vænta at tað verður spennandi í ítróttarhøllini í morgin, tí dysturin hevur alstóran týdning fyri ÍF. Vinna tær, tryggja tær sær samstundis bronsuna í ár. Men tapa tær í morgin, fellur avgerðin ikki fyrenn á seinasta leikdegi, sum verður næsta vikuskiftið, tá ið ÍF skal vestur í Vágar at spæla ímóti Drátti, sum er eitt stig aftanfyri.