Flogbóltssambandið boðar í kvøld frá, at flogbóltskappingin fyri børn, sum skal verða í Kollafirði leygardagin og sunnudagin 7. og 8. mars, er avlýst.
Flogbóltssambandið boðar frá, at hendan avgerðin er tikin í samráð við heilsumynduleikarnar. Heilsumálaráðið hevði tíðindafund í kvøld, har mælt bleiv til at avlýst øll tiltøk, har fleiri enn 500 fólk savnast.
Tað hevur verið flogbóltur í meistaradeildini hjá kvinnum í kvøld, men kappingin um vikuskiftið er nógv meiri umfatandi, tí talan er um fleiri lið í fleiri aldursbólkum. Flogbóltssambandið ynskir at fáa boðini víðari til venjarar og spælarar.
Flogbóltssambandið er fyrr í dag komin við góðum ráðum til hvussu spælarar og onnur í høllini skulu bera seg at. Tey ráðini eru:
1: Øll, leikarar, foreldur og hjálparfólk vaska og spritta hendur áðrenn farið verður inn í høllina við komu, og eftirfylgjandi spritta hendurnar hvørja ferð, tá man fer inn í leikhøllina
2: Spritta dystarbóltar áðrenn hvønn dyst
3: Ikki taka í hondina á leikarunum á mótstøðuliðnum, tá ið takkað verður fyri dystin - ganga framvið netinum sum vant, men ikki taka í hondina hvør á øðrum
4: Hava spritt dispensarar tøkar
5: Eggja fólki til at hava hondspritt við heimanífrá
6: Um feløgini hava kiosk, vísa serligt varsemi og fyrivarni, spritta kannur, toastarar, pengakassa, knívar og so framvegis millum sølur.
7: Eggja fólki, sum hava sjúkueyðkenni til ikki at møta upp