Flogbóltsfelagið Dráttur skipaði um vikuskiftið fyri flogbóltskapping í Vágunum fyri yngru deildirnar. 60 lið úr øllum landinum luttóku.
Hjá gentum 10 ár vann Fleyr, meðan KÍFb gjørdist nummar tvey og Nøvan var á triðja plássi.
Tba vann kappingina hjá gentum 12 ár. TBb var á øðrum plássi og KÍFa fekk bronsumerkini.
Hjá dreingjum 10 ár fór SÍ avstað við øllum heiðursmerkjunum. SÍb vann, SÍa fekk silvur og SÍc gjørdist nummar trý.
Hjá dreingjum 12 ár vann ÍFa, TBa var á øðrum plássi og Nøvan var á triðja plássi.
Árliga flogbóltskappingin fyri eldru deildirnar, sum Dráttur skipar fyri, verður spæld 16. mars. Hetta verður samstundis seinasta høvi hjá eldru liðunum at kappast í ár, nú flogbólturin verður lagdur burtur í summarhálvuni.