Flogbóltsfinalur í Trongisvági

Í morgin verða FM-finalurnar í fýra av teimum yngru deildunum í flogbólti spældar í ítróttarhøllini í Trongisvági, har lagt verður til brots klokkan 10 fyrrapartin og endað langt út á seinnapartin. Spælt verður á serliga flogbóltsgólvinum, ið eitt nú varð brúkt til steypafinalurnar hjá teimum vaksnu herfyri.
Sum vanligt, verður eisini í aðrar mátar nógv gjørt burtur úr hesum stóra finaludegnum, sum TB skipar fyri. Eitt nú fara ungir tónleikarar frá Pakkhúsi 4 at spæla á pallinum millum dystirnar, og lokalir politikarar og stuðlar fara at handa vinnandi liðunum heiðursmerki. Eisini verður besti spælari á hvørjum liði í hvørjari finalu heiðraður.
Fyrsta finalan verður klokkan 10 hjá dreingjum 14 ár, har Dráttur og SÍ spæla, og klokkan 12 møtast Fleyr og KÍF í finaluni hjá kvinnuunglingum. Klokkan 14 spæla TB og KÍF finaluna hjá gentum 14 ár, og síðsta finalan verður klokkan 16 millum mansunglingarnar hjá TB og Fleyr. Av tí at tær báðar síðstu finalurnar eru við lokalum liðum, verður skipað fyri ókeypis andlitsmáling frá klokkan 13.
Ongum nýtist heldur at ganga svangur í Trongisvági í morgin, tí kantinan borðreiðir allan dagin við stórum køldum borði.
hil