Flogbóltsfinalur beinleiðis á netinum

Tá yngru flogbóltsliðini spæla steypafinalur sunnudagin, verða allir dystirnir vístir beinleiðis á internetinum, og tey yngru sleppa eisini at spæla á serligum teraflex-gólvi. Leygardagin og sunnudagin verða ikki færri enn átta steypafinalur á skránni í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, nú flogbólturin stendur fyri tørni. Sum vanligt, verður nógv gjørt burturúr við serliga teraflex-gólvinum, bilum og lýsingum kring vøllin, umframt bestu umstøðum í aðrar mátar við.

 

Fyrst eru tað steypafinalurnar hjá teimum vaksnu, ið eru á skránni leygardagin, tá fyrst kvinnurnar hjá SÍ og Mjølnir spæla klokkan 13.30, og síðani menninir hjá ÍF og Mjølnir klokkan 15.30. Sunnudagin eru so finalurnar hjá gentum og dreingjum 14 ár, gentum og dreingjum 16 ár og hjá kvinnu- og mansunglingum.

 

Sum nakað nýtt, verða allar finalurnar hjá teimum yngru at síggja á internetinum, tí upptøkutól verður til staðar, og so verða livandi myndirnar »streamaðar« út á heimasíðuna hjá Flogbóltssambandinum, www.fbf.fo, so øll við atgongd til internetið kunnu fylgja við, hóast teimum ikki ber til at vera til staðar í sjálvari høllini, meðan spælt verður.