FLOGBÓLTUR
Í Vágum tykist flogbólturin hava fingið fótin fastan meira enn nakra aðrastaðni í landinum. Síðani farið var undir steypafinalurnar í 2000, hevur oyggin verið umboðað øll árini, uttan í 2006. Hjá monnunum hevur SÍ verið við fimm ferðir, og hjá kvinnunum hevur Dráttur verið við fýra ferðir og í ár er SÍ við fyri aðru ferð.
Árið í fjør hilnaðist framúr væl í Sørvági, tí bæði kvinnurnar og menninir gjørdust føroyameistarar, umframt at menninir vunnu steypafinaluna. Í ár er greitt, at menninir ikki kunnu vinna bæði, tí ÍF er longu farið avstað við meistaraheitinum, men kvinnurnar hjá SÍ eru bæði oddalið í landskappingini og annað liðið í steypakappingini.
Tí er einki at siga til, at spenningurin er stórur í Sørvági undan tí stóra steypadegnum í morgin. Har er nógv flogbóltsprát, og flogbóltssystkini bæði, 20 ára gamla Annika og 23 ára gamli Jóhan Petur á Stongum, vænta sær góðan stuðul í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í morgin, tí maður fer av húsi í Sørvági.
– Tað verður gjørt nógv burturúr og øll eru við upp á tað og øll bygdin kemur at hyggja. Tað er altíð stuttligt at fara út at spæla, tá áskoðararnir koma við at stuðla. Hini árini hava sørvingar verið sera væl umboðaðir í høllini, og soleiðis rokni eg eisini við, at tað verður hesa ferð, sigur Annika, sum fær viðhald frá Jóhan Peturi:
– Tað er stórur munur á, hvussu stórur áhugin er, nú steypafinalan er á skránni. Sjálvt tey, sum tú ikki heldur hyggja at flogbólti, eru farin at forvitnast, og sum tað ljóðar, verður stuðulin aftur framúr góður hesa ferð. Vit hava øgiliga góðar áskoðarar her vesturi, sigur hann.
Spæla okkara spæl
Meðan menninir hjá SÍ eru gamlir í garði í steypafinaluhøpi, er øðrvísi hjá kvinnunum, sum í fjør spældu sína fyrstu finalu, men taptu 0-3 fyri ÍF. Nú skal SÍ spæla ímóti Fleyr, sum fyri fyrstu ferð er í finaluni, og Annika heldur, at hetta er eitt gylt høvi hjá SÍ at vísa, hvat liðið megnar.
– Hjá okkum hevur gingist ordiliga væl í vetur. Tá vit vóru í finaluni í fjør, gekst ikki so væl, men nú eru vit nummar eitt, og tað skulu vit prógva fyri øllum við at vinna steypafinaluna, sigur hon.
– Vit skulu gera okkara besta og royna at fáa tað góða spælið fram, sum vit plaga at hava á heimavølli, tí tá gongst altíð væl hjá okkum. Fáa vit okkara góða spæl at koyra í steypafinaluni, kann einki steðga okkum.
Hóast hon er fullgreið yvir, at mong vilja gera SÍ til favoritt í kvinnufinaluni, er tað ikki nakað, sum hon heldur vera tyngjandi, hóast hon hevur alla virðing fyri Fleyr, sum rættiliga hevur vunnið seg fram, nú liðið úr Havn aftur er í bestu kvinnudeildini.
– Tær hava tríggjar spælarar, sum hava rutinu og hava spælt í fleiri ár, og tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri tær. Men vit hava spælt saman í fleiri ár, og um vit halda saman, sum vit altíð hava gjørt, skulu vit nokk klára tað, sigur Annika á Stongum, sum er ein av fýra landsliðsspælarum á liðnum hjá SÍ.
Nógv um at vera
Umframt at spæla við besta mansliðnum hjá SÍ, er trý ár eldri beiggin, Jóhan Petur, venjari hjá kvinnuliðnum, so hann er helst tann, ið fær einamest at gera í morgin, tá hann byrjar við kvinnufinaluni klokkan 13.30 og heldur fram við mansfinaluni klokkan 16.
– Tað krevur sjálvandi, at tú ert konsentreraður, men eg vænti ikki, at mín leiklutur sum venjari í kvinnufinaluni órógvar hin leiklutin sum spælari í mansfinaluni. Í fjør tóktist tað ikki at bila, tí hóast eg tá fyrst tapti kvinnufinaluna, fekk eg samlað kreftirnar og verið við til at vinna mansfinaluna aftaná, sigur hann við einum skeivum smíli.
– Í øllum førum er mansliðið hjá okkum væl fyri, og tað hevur verið týðiligt at sæð undir venjingunum síðstu tíðina, at steypafinalan nærkast. Aðrar tíðir hevur tað verið kanska eitt sindur »la-la« undir venjing, men nú eru allir 100 prosent fokuseraðir og klárir at geva alt undir venjingini, tí finalan skal bara vinnast.
Í fjør var tað SÍ, sum fór avstað við øllum og vann greipuna, men nú er tann møguleikin ikki har longur. Hinvegin kann ÍF við einum finalusigri í morgin taka greipuna hesa ferð, men tað ætla Jóhan Petur og teir sær at forpurra.
– Av tí at vit vunnu greipuna í fjør, fara vit sjálvandi at gera alt fyri, at ÍF ikki skal vinna hana í ár. Og tað, at ÍF júst hevur vunnið landskappingina, ger okkum bara uppaftur meira tendraðar til henda dystin, sum í veruleikanum er seinasti, altavgerandi dysturin hjá okkum í vetur, har vit kunnu vinna nakað, sigur Jóhan Petur á Stongum.
– Um vit ikki vinna steypafinaluna, so er árið í veruleikanum spilt. Allir ganga nú og hugsa, at vit skulu vinna, tí annars hava vit gingið og vant til onga nyttu, og tað tímir eingin.