Flogbóltsfelag á veg

Um eina til tvær vikur verður stovnandi aðalfundur í einum nýggjum flogbóltsfelag á Toftum. Talan er tó ikki um ein kappingarneyta til flogbóltin hjá B68, men heldur, at flogbólturin á Toftum frameftir verður í sínum egna felag. B68-heimasíðan veit at siga, at skrivað er út ein kapping um, hvat navn nýggja felagið skal hava.