Flogbóltsdystur verður stroymdur

Kvinnudysturin millum Mjølnir og Fleyr í kvøld kann síggjast beinleiðis

Seinastu árini hevur stroyming í føroyskum ítrótti av álvara vundið upp á seg.

 

Serliga eru tað hondbólts- og fótbóltdystir, ið hava verið stroymdir beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Men nú fer Kringvarpið eisini at vísa flogbólt beinleiðis.

 

Í kvøld fer Kringvarpið at stroyma beinleiðis frá flogbóltsdysti í kvinnudeildini millum Mjølnir og Fleyr.

 

Dysturin sum verður spældur í Klaksvík, byrjar klokkan 20:00, og kann síggjast her.