FLOGBÓLTUR
Fyri viku síðani vóru tað kvinnurnar hjá Fleyr og Drátti, sum máttu spæla fimm sett, áðrenn ein vinnari var funnin, og í gjár var Fleyr enn eina ferð partur av einum fimmsettara, tá menninir vóru í Sørvági. Kappingin er enn bert tvey umfør gomul, so tað boðar frá góðum, at dystirnir eru bæði spennandi og drúgvir.
Menninir hjá Fleyr sóu eisini út til at fáa fatur í rætta endanum, tá teir vunnu tey bæði fyrstu settini ímóti SÍ. Í triðja setti gjørdist tað javnt, og støðan var 23-23, so her kundi Fleyr havt tikið alt, hevði tað gingið tann vegin. Men í staðin vann SÍ 25-23, og so byrjaði tað at líkjast einum drama.
Í fjórða setti gjørdist enn eina ferð 25-23, og við settstøðuni 2-2 var greitt, eitt fimta sett mátti til. Her tóktist SÍ koma betur frá byrjan og kom á odda 12-9, áðrenn Fleyr svaraði aftur, men helt tó ikki allan vegin, tí SÍ vann setti 16-14 og dystin 3-2.
Í hinum mansdystinum vóru tað greipuvinnararnir hjá ÍF, sum tóku ímóti Mjølnir. Men annan dystin á rað máttu fuglfirðingar staðfesta, at byrjanin hetta kappingarárið ikki stendur mát við endan á tí undanfarna. Mjølnir gjørdi slætt borð og vann 3-0, men hóast ÍF serliga í triðja setti royndi at býta frá sær, eydnaðist heldur ikki hesa ferð at vinna eitt sett.
Dystirnir hjá monnunum eru nógvir í tali í vetur, so enn kann nógv broytast. Tó sær út til, at tað eru SÍ og Mjølnir, ið hava fingið bestu byrjanina. So fæst at síggja, um tað heldur allan vegin, ella um ÍF og Fleyr fara at spæla seg upp, men onkursvegna tykist alt feltið eitt sindur javnari enn síðsta kappingarár.
Greiðir sigrar
Hjá kvinnunum eru tað SÍ og Mjølnir, ið eru komin best frá byrjan við hvør sínum tveimum sigrum. Men longu sunnudagin verður óivað møguleiki hjá onkrum av hinum at nærkast ella blanda seg uppí, tí tá verður fyrsta toppuppgerðin í kvinnukappingini í Sørvági, har Mjølnir vitjar.
Hesa ferð gjørdist talan um tríggjar dystir, ið allir endaðu við heimasigrum. SÍ vann á Fleyr, Mjølnir á ÍF og Dráttur basti KÍF, og í ongum av dystunum var spenningurin so øgiliga stórur.
Liðini eru tó mong í tali, so sjálvt tey, ið hava skinklað eitt sindur í fyrstu dystunum, kunnu koma upp í part, sum tað líður út á kappingina. Tað sóu vit eisini síðsta kappingarár, tá ikki færri enn fýra av liðunum høvdu kjans at vinna annaðhvørt silvur ella bronsu síðsta dystardagin.
Enn er nakað tíðliga at tosa um avgerandi tendens í kvinnukappingini, tí ójavnt er, hvussu nógv liðini hava spælt. SÍ, Dráttur, Fleyr og ÍF hava spælt hvør sínar tveir dystir og Mjølnir og KÍF hvør sín, men enn eigur TB fyrsta dystin til góðar. Hetta skyldast millum annað, at okkurt av liðunum mestsum alt er á námsferð í senn.