Flogbóltur
Fríggjadagin varð lutur kastaður um, hvussu spælast skal í bólkaspælinum í flogbólti á Oyggjaleikunum í Álandi í summar. Bæði hjá monnum og kvinnum gjørdust Føroyar nummar tvey á Rhodos, og við støði í hesum eru bæði liðini styrkismett sum nummar tvey aftan fyri Saaremaa, sum vann bæði gullmerkini.
Menninir eru bólkaðir saman við Álandi, Caymanoyggjunum, Gotlandi og Guernsey.
Í hinum bólkinum eru Saarema, sum Føroyar taptu ímóti í finaluni á leikunum seinast, umframt Grønland, Bermuda, Jersey og Gibraltar.
Kvinnurnar skulu spæla ímóti Menorca, Grønlandi, Gotlandi, Jersey og Caymanoyggjunum.
Eisini hjá kvinnunum er Saarema í hinum bólkinum. Tær taptu eisini finaluna ímóti Saarema seinast.
Hini liðini í hinum bólkinum eru Barmuda, Rhodos, Áland, Guernsey og Hitra.