Í vikuni hækkaði gjaldið á flogferðaseðlum orsakað av hægri avgjaldi Nú verður aftur eitt sindur dýrari at flúgva.
Ikki nakar ræðandi vøkstur í kostnaðinum, men kortini so, at bíligastu ferðaseðlaprísirnir hækka við 4%.
Talan er um at ferðaavgjaldið hækkar úr 120 krónum upp í 150 krónur, ella ein vøkstur á 30 krónur fyri ferðaseðilin hvønn veg. Altso 60 krónur báðar vegir - og tað er kanska at liva við.
Hækkingin fekk gildi 18. juni, og allir flogferðaseðlar, sum eru bílagdir eftir nevnda dato, kosta so 30 krónur meiri hvønn vegin.