Flog yvir Flogmúsini

Flogmúsin varð í vikuskiftinum framførd í Norðurlandahúsinum. Hetta var stórhending, tí hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at ein operetta í síni heild er framførd í Føroyum og rættiligt flog var yvir framførsluni

Íslendska Operain framførdi í vikuskiftinum operettuna Flogmúsin hjá Johann Strauss í Norðurlandahúsinum.

Tá føroyingar nú høvdu møguleika at uppliva operettu í Føroyum, so var talan um eina nútímans útgávu av Flogmúsini, ið fer fram í Reykjavík í dag. Ein orsøk er, at Íslendska Operain soleiðis ætlar at lokka nýggjar áhoyrarar.

Men hetta tykist ikki hava rætt føroyska lurtaran og áskoðaran. Longu tveir dagar frammanundan framførsluni var útselt og tykjast fólk væl nøgd.


100.000 krónur.

Frumframførslan var í Íslandi fyri góðum mánað síðani og ætlanin er ikki at vitja onnur Norðurlond, enn Føroyar. Orsøkin er, at dýrt er at ferðast, tí talan er um 40 tónleikarar úr symfoniorkestrinum í Íslandi, 10 solosangarar, 20 kórsangarar, 10 tøkningar og onnur.

Ætlanin var bert at hava piano við til framførsluna í Føroyum, men íslendski forsetin, Dávid Oddson, syrgdi fyri 100.000 donskum krónum í stuðuli til ferðina. Sostatt var gjørligt at fáa tónleikarar við.