Hevur tú ein dreym um at gerast flogskipari, so eru góð ráð at heinta í dag.
Marvin Jacobsen úr Hoyvík er flogskipari og flúgviinstruktørur. Hann er í dag á Torginum í SMS saman við leiðaranum av Center Air Pilot Academy Roskilde, Anna Kjær Thorsøe.
Marvin Jacobsen starvast sum flúgviinstruktørur á skúlanum í Roskilde, har hann eisini hevur tikið flogskipara- og flúgviinstruktørútbúgving. Á skúlanum í Roskilde hava fleiri føroyingar fingið flogskiparaútbúgving.
Skúlin hevur teldupostadressu: www.centerair.dk










