Við 471 ferðafólkum innanborðs lætti Airbus A380-flogfarið hjá Singapore Airlines sær á av flogvøllinum í Singapore tíðliga í morgun og setti kós ímóti Sidney í Avstralia.
Tað risastóra flogfarið, sum er líka høgt sum ein bygningur í sjey hæddum, er innrættað til vanlig ferðafólk og til teirra, sum hava ráð til at rinda fyri eina marglætisferð í luftini. Eitt nú ber til at keypa ferðaseðil til egið rúm við flatskíggja, song og arbeiðsborði.
Tað elsta ferðafólkið á teirri fyrstu rutuferðini var 91 ár, og tað yngsta var 10 mánaðir. Ferðafólkini høvdu keypt ferðaseðlarnar ígjøgnum eitt uppboð á alnótini, og tey høvdu goldið smáar sjey milliónir krónur fyri ferðaseðlarnar. Singapore Airlines fekk tó ikki nógv burtur úr tí, tí inntøkurnar á teirri fyrstu ferðini fóru til vælgerandi endamál.










