Flogósemja millum Danmark og Ísrael

Ísraelsku myndugleikarnir umhugsa at steðga allari flúgving ímillum Keypmannahavn og Tel Aviv, tí myndugleikarnir í Danmark vilja ikki gera eftir teimum trygdarkrøvum, sum Ísrael setir.

Ísraelsku myndugleikarnir krevja, at ísraelsk trygdarfólk skulu vera í Kastrup og standa fyri trygdareftirlitinum hjá ísraelska flogfelagnum Arkia Airlines, sum fer undir at flúgva millum Keypmannahavn og Tel Aviv.

Partarnir hava fundast um málið um vikuskiftið, men sambært ísraelska blaðnum Haaretz vilja danir ikki góðkenna tað ísraelska kravið. Ístaðin fyri hava danir skotið upp, at ísraelsk starvsfólk kunnu gera eftirlitsarbeiðið saman við donskum vaktarfólki, men tað vilja ísraelsmenn ikki.

Sambært Haaretz kann avgerðin hjá dønum enda við, at teir ísraelsku myndugleikarnir fara at steðga allari flúgving ímillum Ísrael og Danmark.