Fimleikafelagið Flog í Fuglafirði hevur nú 20 ár á baki. Í vetur skipar felagið fyri fleiri tiltøkum, og fyrsta av hesum verður nú 30. august á Kambsdali, tá fimleikadagur er á skránni. Á hesum degnum ber eisini til hjá fimleikarum at tekna seg til venjingarnar í vetur. Seinni í vetur verður Flog sjálvandi partur av fimleikafagnaðinum, har evnið hesaferð er »mótsetningar«. Flog telur í dag 16 lið, og er samlaða talið av íðkandi um tey 180.