Fløkja komin í blikkini

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar enn einaferð matvørur, sum eru seldar í Føroyum

Tað er næstan gerandiskostur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar matvørur, sum standa á føroysku handilshillunum.

Og aftir í dag verða vørur afturkallaðar.

Hesa fer er tað blikk við Kavli Chili Beans, har tað eru 410 gramm í blikkununum, sum eru afturkallað.

Frámerkið er Lot MA 47 LT157 og blikkini halda sær til desember í 2016

 

Orsøkin til at vøran verður afturkallað, er at tað vísir seg, at í summum dósum er tað nevniliga ikki Chili Beans, sum er í blikkinum, tí av óvart hava tey koyrt Ravioli í tomatsós í blikkini ístaðin staðin fyri Chili Beans

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er einki galið við sjálvari vøruni sum so. Men í Ravioli í tomatsós er hveiti, mjólk og selleri og tað stendur ikki á merkingini.

- Vøran kann tí elva til útbrot hjá fólki sum eru ovurviðkvæm og sum ikki tola hveiti, mjólk ella selleri.

 

Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru tískil at koyra vøruna burtur, ella at lata hana inn aftur til handilin, haðani hon er keypt.