Fløguframløga í Tutl í morgin

Týsdagin klokkan 16 verður fløguframløga í Tutl í Havn.

 

Talan er um ta nýggju fløguna hjá Arnold Ludvig Sextet. Fløgan nevnist "Voyage". "Voyages" er tann fyrsta jazzfløgan, sum Arnold Ludvig gevur út. Arnold Ludvig hevur gjørt øll løgini á tí nýggju fløguni.

 

Í samband við framløguna klokkan 16 í morgin,  fara Arnold Ludvig og Marko Martinovic at hava eina stutta útgávukonsert í Tutl uppá 20 minuttir.