Flo steðgar

38 ára gamli Håvard Flo, sum millan annað hevur gjørt um seg í AGF, Werder Bremen og Wolverhampton, gevst nú við fótbólti. Luft- og kropssterki áleyparin hevur síðani 2001 spælt við Sogndal, har hann eisini hevur skotið nógv mál – sjey í sjey dystum hetta kappingarárið – sigur nú, at hann leggur gaggurnar á hillina- Kanska kundi eg trýst kroppin til eini tvey ár afturat, men fyri teir, sum skulu taka við eftir meg, er helst lættast, um steðgi her og nú, sigur Flo við NRK.