Flisarnir á gongugøtuni tiknir uppaftur

Í nógvar mánaðir hevur ein partur av gongugøtuni verið avbyrgdur. Nú verða flisarnir frá kioskini á Vaglinum og 15 metrar niðan móti Handilskjarnanum tiknir uppaftur.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at linjan ímillum flisarnir var eitt sindur skeiv, so teir hava í samráð við Articon gjørt av, at gera tað umaftur.
- Vit vilja fegin hava eitt væl úr hondum greitt arbeiði, so vit vildu fegin hava tað gjørt umaftur sum skjótast. Articon vildi eisini fegin gera arbeiðið ordiligt, so nú hava teir fingið nakrar útbúnar flisaleggjarar at gera arbeiðið.
Arbeiðið við at leggja flisar á gongugøtuna hevur drigið eitt sindur út og hevur verið til ampa fyri handlarnar, sum liggja á gongugøtuni.
- Veðrið hevur darvað arbeiðinum, men nú verður tað vónandi skjótt liðugt, og so fáa vit ein flottan miðbý, sum vónandi øll verða nøgd við, sigur Heðin Mortensen.