Á heimasíðuni hjá langhylinum í Vági skriva tey, at tað gongur væl at leggja flísar á gólvini í nýggja vælverudeplinum.
Flísar eru lagdir kring stóra hyin, og nú er farið undir leggja flísar kring barnahylin og í gongini.
Í næstu viku verður farið undir flísaarbeiðið í vælverudeplinum, har sauna, gosbað og heitir pottar eisini skulu setast upp.
Myndir frá arbeiðinum við langhylinum kunnu síggjast HER