Arbeiðið at fáa langhylin í Vági, Pálshøll, lidnan gongur væl.
Tað gongur væl at leggja flísar kring langhylin og barnahylin og komið er á mál við at leggja flísar á gólvið.
Arbeitt verður nú við at leggja flísar á veggirnar.
Hetta veit svimjihollin.com at siga. Og sagt verður eisini, at arbeiðið at fáa tann partin, ið nevnist vælverudepilin, lidnan, gongur væl.