Flippaðu fullstendiga út

(EM 2016) Guðmundur Guðmundsson, ið flestu føroyingar kenna frá sjónvarpssendingunum "Okkara kokkar," var á stadion, tá Ísland spældi 1-1 móti Portugal.

Ísland stóð fyri einum stórum úrsliti, tá tað í gjárkvøldið í fyrsta dysti landsins í einum EM-endaspæli nakrantíð eydnaðist at spæla 1-1 ímóti Portugal við Ronaldo og øllum hinum stjørnunum á odda.

 

Góðan hálvan tíma inn í dystin legði Nani portugisar á odda, men fimm minuttir eftir steðgin svaraðu íslendingar aftur, tá Birkir Bjarnason heilfluktaði bóltin í málið til 1-1, sum eisini bleiv úrslitið av dystinum.

 

Ein av teimum, sum var til staðar á stadion í gjárkvøldið hesa søguligu íslendsku fótbóltsløtuna, var Guðmundur Guðmundsson, ið flestu føroyingar kenna frá sjónvarpssendingunum "Okkara kokkar".

 

Vit bóðu hann seta orð á, hvussu tað kendist, tá dysturin var av og Ísland hevði spælt javnt ímóti Portugal og fingið sítt fyrsta EM-stig. Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Guðmund Guðmundsson.

 

Í Vágsbotni var stórskíggi settur upp og eini 4-500 fólk vóru komin at hyggja at dystinum, og ikki er ov nógv avgjørt, at tey veruliga livdu við, meðan grannar okkara fyri vestan gjørdu sítt besta á vøllinum og eisini fingu gott úrslit.

 

Tað er ikki farið ósæð framvið hjá íslendingum, at hundraðtals føroyingar í gjárkvøldið savnaðust í Vágsbotni at hyggja eftir EM-dystinum, og at føroyingar stuðlaðu íslendska landsliðnum so væl.

 

Eftir dystin eru sjónbond at síggja á sosialu miðlunum, har føroyingar reisast og fegnast um frálíka 1-1-javnleikin, og eitt nú hevur íslendska blaðið Vísir skrivað eina grein um stuðulin úr Føroyum.

 

Nógvar stuttar og greiðar viðmerkingar eru á netinum, men ein eldri íslendingur hevur tikið sær betri stundir við knappaborðið og skrivar eitt nú:

 

- Eg vil minna okkum íslendingar á, um ikki at gloyma hvussu trúðfast og væl føroyingar so mangan hava stuðlað okkum, og hvussu umráðandi tað er hjá grannum at stuðla hvørjum øðrum. Vit íslendingar eiga altíð at stuðla føroyingum og 'rinda teimum í somu mynt', skrivar hann.