Silkeborg spælarin, Dennis Flinta, hevur bara rós at bera føroyska landsliðsmálverjanum. Gunnar Nielsen spældi væl í 1-0 taptinum fyri AaB mánakvøldið.
- Hann var so ikki orsøkin til at vit taptu í Aalborg. Hann helt okkum í dystinum og hevru gjørt allar illgitingar til skammar, sigur Dennis Flinta við donsku heimasíðuna, bold.dk.
Silkeborg hevur ligið í botninum í Superliguni alt kappingarárið og tað hevur ávirkað stemningin í hópinum.
- Tað er til at síggja, at talan er um ein góðan málmann. Hann stóð væl og hevur eina góða persónligheit, sum kann gera mun hjá okkum. Hann er ikki ávirkaður av øllum teimum ringu úrslitinum vit hava fingið. Tú merkir, at hann hevur yvirskot, sigur Dennis Flinta víðari.
Spurningurin er so um Gunnar Nielsen kann verða ein bjargingarmaður fyri Silkeborg í stríðnum um at bjarga sær undan niðurflyting?
- Heil avgjørt. Hann hevur nakrar framúr bjargingar móti AaB, tá vit móti endanum leggja nógv fyri í álopspartinum. Tað er eitt undur, at vit ikki fáa fleiri enn tað eina málið móti okkum. Eg veit ikki um hann er betri enn Lasse Heinze, men tá umstøðurnar nú gjørdu at vit skuldu hava nýggjan málmann, so haldi eg at vit hava gjørt eina góða avtalu, sigur Dennis Flinta víðari.
- Fótbóltur er ikki so torskiltur. Hann kemur úr Føroyum og tosar flótandi danskt , so tað misskiljingar burdu ikki komi í, sigur Dennis Flinta at enda um Gunnar Nielsen.
Silkeborg tekur í annaðkvøld móti AGF.
Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)